- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður vísir atfinningum aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150914_samroda_vid_aksel_v_johannesen_141.jpg?itok=t5ejGBVr)
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at Miðflokkurin hevur kært hann til Landsstýrismálanevndina. Nú kann málið um kirkjuliga signing verða endaliga avgreitt, sigur hann.
Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmenn fyri Miðflokkin, kæra Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg.
Aksel V. Johannesen gav fyri stuttum mentamáðaráðnum boð um at orða løgtingsuppskot, ið skuldi strika grein 14, stk 2 um kirkjuliga signing í hjúnabandslógini. Hetta er í lagi, tí grein 14, stk 2 er føroyskt málsøki, sigur Aksel V. Johannesen
SÍ EISINI Kæra løgmann til nevnd
Men, grein 14, stk 2 stendur í danskari lóg, og tí kann spurningur setast, um talan veruliga er um føroyskt málsøki. Málið hevur elvt til dúgligt kjak um, hvat vendir upp og niður løgfrøðiliga.
Løgmaður sigur, at tá ið fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, vóru allar ásetingar, sum hava nakað við kirkjuna at gera, íroknaðar - eisini grein 14, stk. 2.
Bill Justinussen og Jenis av Rana siga, at avgerðin hjá løgmanni ikki er í samsvar við stýrisskipanarlógina. Hon sigur, at ein og hvør yvirtøka bara kann fremjast av Løgtinginum, ikki av løgmanni.
Vísir atfinningum aftur
- Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bara kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg, skriva teir báðir í tíðindaskrivi.
Løgmansskrivstovan tulkar, eins og danska Statsministeriið, Sosialministeriið og Kirkjuministeriið, lógina soleiðis, at talan er um áseting, sum er undir føroyskum málsøki, hóast hon stendur í danskari lóg.
Men hóast hann er ósamdur við Miðflokkinum, fegnast løgmaður um kæruna. Løgmaður vísir aftur, at hann skal hava framt yvirtøku einsamallur.