Kæra løgmann til nevnd

Kæra løgmann til nevnd
Tveir tingmenn hava kært Aksel V. Johannesen fyri at gera seg inn á evsta vald hjá føroyingum
Jenis av Rana og Bill Justinussen hava kært Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg.
 
16.01.2017 - 08:33

Jenis av Rana og Bill Justinussen hava kært Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg.

Teir sipa til, at løgmaður fyri einum mánað síðan kunngjørdi, at grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin og hoyrir undir málsøki hjá Mentamálaráðnum. Grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini snýr seg um rættin hjá vígdum pørum at verða signað í kirkju.

Miðflokkurin sigur, at avgerðin hjá løgmanni at boða frá yvirtøkuni er gjørd uttan heimild frá Løgtinginum. Tí vilja tingmenn floksins hava landsstýrismálanevndina at viðgera málið.

Nevndin skal eisini svara um løgmaður hevur sett seg omanfyri Løgtingið í spurninginum um at lýsa yvirtøkuna av grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155