- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katrin Kallsberg flest pengar til ráðgeving
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/katrin_kallsberg_3.jpg?itok=4JB45Bd8)
Tingfólk kunnu brúka upp í 30.000 krónur til løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við lógaruppskot, umseting av lógarteksti og annað parlamentariskt arbeiði, sum at fara á skeið ella ráðstevnu.
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvar av teimum krónunum, tingfólkini hava brúkt. Tað vísa tøl, sum Miðlahúsið hava biðið um innlit í.
In.fo skrivar, at Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur brúkt mest av teimum 30.000 krónunum. Hon hevur brúkt 28.283 krónur, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur brúkt 28.016 krónur, men Jacob Vesterggard bara hevur brúkt 395 krónur.
Seks tingfólk hava ongar pengar brúkt.
Miðlahúsið hevur roknað út, at í meðal brúktu tingfólkini 10.400 krónur í part úr puljuni til løgfrøðiliga ráðgeving í 2016.