Nýggir kommunustýrislimir á skúlabonk

Nýggir kommunustýrislimir á skúlabonk
Kommunufelagið skipar fyri skeiðum kring landið fyri nývaldum kommunustýrislimum
 
13.01.2017 - 15:04

Kommunufelagið fer nú at hava skeið fyri nývaldum kommunustýrislimum. 

Endamálið við skeiðinum er at geva kommunustýrislimum innlit í galdandi kommunustýrislóggávu, kommunustýris­arbeiðið og kommunalu uppgávurnar.

Fyri at røkka kommunustýrislimunum, verður skeiðið ymsa staðni í Føroyum. Um tað ikki liggur fyri til at møta á lokala skeiðnum, ber til at tekna seg á øðrum skeiðstaði.

Skeiðini verða í næstu viku viku, mánadagin í Skálavík, týsdagin í Vági, mikudagin í Havn, hósdagin á Eiði og fríggjadagin í Klaksvík.

Tey, sum halda skeiðini, eru fólk við hollum royndum í kommunala geiranum, skrivar kommunufelagið. 

Tey eru Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, Jóhan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum, og Ingibjørg Berg, ráðgevi og fyrrverandi kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. 

Freist at tekna seg er í dag.

Tú kanst lesa meira á heimasíðuni hjá kommunufelagnum, - kf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123