- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava gjørt uppskot um fjórða leitiumfar
Lógaruppskotið um fjórða útbjóðingarumfar í oljuleitingini við Føroyar er skrivað og sent til hoyringar.
Samstundis arbeiðir Vinnumálaráðið við ætlanum um bæði fimta og sætta útbjóðingarumfar.
Í 2019 verður farið at leita eftir olju vestanfyri Føroyar fyri fyrstu ferð.
32.000 ferkilometrar
Í fjórða útbjóðingarumfari eru leiðir eystanfyri Føroyar og í landssynning úr Føroyum. Økið er slakar 32.000 ferkilometrar. Tað er við Hetlands-rennuna.
Nakrar leiðir eru fyrr bodnar út, men loyvini eru latin innaftur. Aðrar leiðir eru ikki bodnar út áður.
Útbjóðingarumfarið byrjar á oljuráðstevnu í Havn 17.mai, og tað endar 17.februar í 2018.
Fyrsta útbjóðingarumfarið í Føroyum var í 2000. Tað triðja og higartil seinasta var í 2008.
Níggju kanningarbrunnar
Síðani 2000 eru boraðir níggju kanningarbrunnar í føroyska landgrunninum. Harafturat eru trý vísindalig borihol og meira enn 150 grunn borihol.
Eitt annað lógaruppskot, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar, skal loyva oljufeløgum at leingja loyvið fýra ár í staðin fyri tvey ár í senn, sum galdandi lóg sigur.
Feløgini, sum fáa loyvi, sleppa at leita eftir olju í føroyska landgrunninum í mesta lagi í 16 ár.
Leitingarloyvi eru galdandi í 12 ár, men tey kunnu leingjast fýra ár.