- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Hann hevur misskilt »okkurt«
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í eini svari til løgtingstingmannin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur spurt um málið.
Løgmaður sigur, at málið snýr seg um at tulka, um innihaldið í hesi lógargrein hoyrir til málsøkið "Persóns-, húsfólka- og arvarætt,” sum ikki er yvirtikið, ella málsøkið “Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni viðvíkjandi trúarsamfeløg,” sum er yvirtikið, sigur Aksel V. Johannesen.
Og ein slík tulking skal ikki leggjast fyri Løgtingið, sigur hann.
SÍ EISINI Hjúnabandslógin aftur í miðdeplinum
Løgmaður sigur í svarinum til Jógvan á Lakjuni, at hann hevur gjøgnumgingið tilfarið í málinum, og tekur undir við løgfrøðiligu metingini hjá Løgmansskrivstovuni og donskum myndugleikum.
- Tí havi eg ikki tikið tulkingina hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Jógvan á Lakjuni spurdi eisini løgmann, um hann ella landsstýrið fara áleggja embætisfólki í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika grein 14, stykki 2, í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring.
Leggur seg ikki út í arbeiði hjá ráði
Aksel V. Johannesen svarar, at løgmaður leggur seg ikki út í viðurskiftini í Mentamálaráðnum, sum tænastuliga er skipað undir landsstýriskvinnuni í mentamálum.
Embætisfólkini hava ikki sýtingarrætt, men halda tey, at ikki er farið fram eftir lógarinnar bókstavi, mugu tey gera vart við tað á hægri staði.
Í hesum førinum eru øll á ovastu rók kunnað um teirra sjónarmið - tað eru løgmaður og danskar ráðharrastovur - men tey eru bara ikki samd við embætisfólkini í Mentamálaráðnum um teirra útlegging av lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Jógvan á Lakjuni.