- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður kæran viðgjørd
Nú verður kæran viðgjørd
Í dag fer Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum at hava fund um kæruna hjá Meginfelagi útróðrarmanna, ið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fiskiskapur_fiskivinna.jpg?itok=qg1zG3R4)
Landsstýrismálanevndin fer í dag at hava fund um kæruna hjá Meginfelagi útróðrarmanna
09.01.2017 - 10:58
Útróðrarmenn vilja hava Landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør.
Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi Løgtingið. Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum.
Í august í fjør kærdi Meginfelag útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Fiskimálaráðið setti til viks grundleggjandi fyrisitingarrætt, sigur Meginfelagið. Fiskimálaráðið er kært fyri ikki at virða tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV