- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil vita hvat rann í landskassan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/b2a87ca064c416dfce761e392b6d67fd.png?itok=hXBgh7Kp)
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal nú siga Løgtinginum, hvussu nógv landskassin hevur fingið inn í nýggjum, broyttum og øktum avgjøldum í farna ári.
Bjørn Kalsø hevur sett henni ein grein 52 fyrispurning um meirinntøkur í 2016. Eftir at hava tikið við á heysti í 2015, hækkaði samgongan avgjøld á brennievni og oljuvørur, tinglýsingargjaldið varð tvífaldað og vegskatturin hækkaði.
Harumframt broytti samgongan kringvarpsgjaldið, so allir føroyingar eldri enn 24 ár rinda eitt mánaðargjald heldur enn at hvørt húsarhald rindar eitt hálvársgjald, sum frammanundan.
Nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvussu nógv meira fólk hava rindað í avgjøldum til landskassan síðan broytingarnar vórðu framdar fyri einum ári síðan.