Velja nýggjan formann í dag

Velja nýggjan formann í dag
Fyrrapartin fara teir 29 borgarstjórarnir í Føroyum at velja stýrið í Kommunufelagnum. Óført er gitt, hvør verður formaður í felagnum
Borgarstjórarnir í Føroyum fara klokkan 10 í morgun at velja nýggjan formann í Kommunufelagnum. Annika Olsen, nýggi borgarstjórin í Havn, hevur longu gjørt greitt, at hon ikki tekur við sessinum
 
06.01.2017 - 08:03

Síðani fer stýrið, sum er 13 borgarstjórar, at velja formansskapin næstu tvey árini. Ein av teimum 13 í stýrinum verður formaður ella forkvinna. 

Óført er gitt, hvør verður formaður í Kommunufelagnum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur sagt, at hon vil ikki vera forkvinna.

SÍ EISINI Misnøgdir við bygnaðin

Borgarstjórin í næst størstu kommununi, Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevur heldur ikki hug á formanssessinum. 

Tey, sum hava roynt at fáa greiðu á, hvør verður formaður, nevna Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, og Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu. 

Tórbjørn Jacobsen nevndur

Torbjørn Jacobsen í Runavíkar kommunu, sum er næstformaður nú, er eisini nevndur sum nýggjur formaður í Kommunufelagnum

Kommunufelagið varð stovnað 1. januar í 2014. Fyrstu trý árini var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, formaður felagsins.

Hann er eisini formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum skal hava nýggja nevnd seinni í ár. Fundurin hjá Kommunufelagnum í dag verður klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155