Politiskar samráðingar halda fram

Politiskar samráðingar halda fram
Í næstu viku fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at hava fund við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hvør sær um fiskivinnunýskipanina
Politisku samráðingarnar um fiskivinnunýskipanina halda fram. Í næstu viku fer landsstýrismaðurin at hava fund við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, hvør sær
 
06.01.2017 - 14:50

Fyri jól var fundur við Sjálvstýrisflokkin, so Sjálvstýrisflokkurin hevur verið á einum fundi meir enn hinir flokkarnir.

Nú er so tørnið komið til Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum eru bodnir á fund í næstu viku.

Høgni Hoydal sigur, at samráðingarnar byrjaðu við fundum saman við øllum flokkunum, har tilmælið til fiskivinnunýskipan varð umrøtt.

SÍ EISINI Sambandsflokkurin við nýggjum uppskoti

Síðani varð farið undir fundir við hvønn flokk sær, og teir fundirnir halda nú fram.

Miðflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil halda fram við at umrøða fiskivinnunýskipanina, uttan so, at flokkurin verður partur av samgonguni.

Tað verður hann ikki, og tí hevur Miðflokkurin ikki fingið fundarboð. Men Miðflokkurin fer at vera við í viðgerðini tá uppskotið kemur í Løgtingið.

Trýst á skipanina

Tað er trýst á politisku skipanini fyri at finna eina semju, tí eitt uppskot um fiskivinnunýskipan skal leggjast fyri tingið í vár, og seinasta freist at leggja uppskotið fyri Løgtingið er fyrst í mars.

Arbeitt verður framvegis við at finna eina breiða semju um fiskivinnunýskipanina, sigur Høgni Hoydal. Hann roknar ikki við, at fundirnir við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í næstu viku verða teir seinastu.

Sambandsflokkurin hevur almannakunngjørt sítt uppskot til eina fiskivinnunýskipan, sum er einasta ítøkiliga uppskotið, ið higartil er komið á borðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155