- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lurtaðu ikki eftir umsitingini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dcdbbbd9a465d92e3830b707fc1ce330.png?itok=tOaa5gO4)
Hóast umsitingin mælti frá, varð tað seinasta, sum fráfarna býráð í Tórshavnar kommunu gjørdi at játta 100.000 krónur til smáttuna hjá skótaliðinum hjá KFUM í Havnardali.
KFUM søkti kommununa um triðingin av byggikostnaðinum, triðingin av einari millión og góðum 230.000 krónum. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hjá kommununi mæltu frá at játta stuðulin.
Sambært leiðreglunum um slíkan stuðul til íløgur skal søkjast um stuðulin, áðrenn arbeiðið byrjar. Smáttan í Havnardali er um at vera liðug.
Hóast umsitingin mælti frá, so mæltu bæði Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum til at játta KFUM 100.000 krónur. Tað samtykti býráðið einmælt á eykabýráðsfundinum fríggjadagin.