- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar ikki nevndar í røðuni
Føroyar ikki nevndar í røðuni
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, nevndi ikki ríkisfelagsskapin við einum orði í nýggjársrøðu sínari í gjár
02.01.2017 - 10:41
Hvørki Føroyar ella Grønland eru nevnd í røðuni hjá forsætisráðharranum. Men tað er ikki óvanligt, at danskir forsætisráðharrar ikki tosa um ríkisfelagsskapin á nýggjárinum.
Grønlendska kringvarpið, KNR, nevnir, at forsætisráðharrin nevndi eitt annað gamalt hjáland hjá Danmark, Vesturindia, har sum Danmark vann pening við at selja trælir, áðrenn oyggjarnar vórðu seldar fyri 100 árum síðani.
Í sínari røðu í gjárkvøldið sendi grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, eina heilsu til Løgtingið, landsstýrið, Fólkatingið, ríkisstjórnina og til fólkið í Føroyum og Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV