Nú er Annika Olsen borgarstjóri í Havn

Nú er Annika Olsen borgarstjóri í Havn
Annika Olsen kann loksins kalla seg borgarstjóra í Havn. Hetta varð avgjørt á býráðsfundi í Havn fyri løtu síðani
 
30.12.2016 - 20:40

7-6.

Tað gjørdist úrslitið, tá atkvøðast skuldi um nýggjan borgarstjóra í Havn á býráðsfundinum fyri løtu síðani. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum fekk 7 atkvøður, meðan Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum fekk 6. 

Harvið er greitt, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur borgarstjóri í Havn.

Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Havnin fór at fáa ein nýggja borgarstjóra, men til tað síðsta var spenningur um, hvørt stríðið um borgarstjórasessin í høvuðsstaðnum fekk eina vend. Men so bleiv ikki. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155