- Tíðindi, mentan og ítróttur
Larmið sum tit vilja
Larmið sum tit vilja
Eingin lóg ella kunngerð forðar tónleikarum í at skrúva for frá, tá spælt verður á almennum støðum. Hvørki lóg ella kunngerð eru á veg um hetta

Eingin lóg fyri, hvussu nógv tú larmar í almenna rúminum
Mynd: derspiegel
23.12.2016 - 10:59
Tað er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, eftir at hann hevur fingið svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um ljóðstyrkina á tónleikinum á konsertum og festivalum til dømis.
Sirið Stenberg svarar, at eingin lóg ella kunngerð setir beinleiðis setur mark fyri, hvussu harður tónleikur kann vera á almennum støðum.
Men í kunngerð frá 1994 um umhvørvi eru reglur um virksemi, sum órógvar fólk í grannalagnum. Sambært teirri kunngerðini varða kommunustýrini av hesum økinum. Tey kunnu til dømis steðga virksemi, sum við gangi órógva grannarnar illa.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV