Hóast tonsini eru fleiri eru krónurnar færri

Hóast tonsini eru fleiri eru krónurnar færri
Virðið á upsanum, sum verður avreiddur í Føroyum, er minkað nógv í ár, skriva Hagstovan
Virðið á upsanum, sum verður avreiddur í Føroyum, er minkað nógv í ár, skriva Hagstovan
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2016 - 10:48

Nýggjastu hagtølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt, siga, at til 1.desember vórðu avreidd knappliga 23.000 tons av upsa. Tað eru 1.400 tons meira enn í fjør.

Men hóast tonsini eru fleiri í ár, eru krónurnar færri. Virðið á upsanum er góðar 184 mió. kr., sum eru tíggju prosent minni enn í fjør. Talan er um góðar 20 mió. kr. minni í ár. Samanumtikið er vøksturin tó tann sami í avreiðingunum í ár, bæði í tonsatali og krónutali, hann er fýra prosent.

Virðið á toskinum er størri í ár, 13 prosent størri. Tonsatalið er seks prosent størri í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109