- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fólk setast í almenna lógarverkið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dov4836_121.jpg?itok=JpKcZzrf)
Lóggávan á økinum er gomul donsk lóggáva, og stórur tørvur er á dagføringum. Talan er um stórt og umfatandi arbeiði, og mett verður, at tørvur er á tveimum løgfrøðingum og einum skrivstovufólki til at fyrisita hetta arbeiðið, sigur Løgmansskrivstovan.
Lógin um at yvirtaka persónsrættin, húsfólkarættin og arvarættin er longu gjørd, og uppskotið er nú sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 11.januar. Ein Familjufyrisiting skal umsita málsøkini. Familjufyrisitingin skal seta, ella yvirtaka frá Ríkisumboðnum, løgfrøðingar svarandi til hálvt fjórða skrivstovufólk og ein barnaserkønan. Harafturat skal leiðari setast. Samanumtikið verður brúk fyri tíggju starvsfólkum. Familjufyrisitingin fer at kosta fimm milliónir og 342.000 kr. í lønum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.
Føroya kærustovnur fær meira at gera og noyðist at seta ein løgfrøðing at umsita kærurnar. Harafturat verður samsýningin til limirnar í Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum hækkað. Málsøkini skulu yvirtakast ólavsøkudag í 2018. Tey fara at kosta landskassanum 10,3 milliónir krónur um árið. Samráðingarnar við donsku stjórnina um yvirtøkuna eru lidnar. Men partarnir tosa enn um nakrar praktiskar spurningar, so sum starvsfólkamál.
Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur. Harafturat eru sjey lógir og níggju millumtjóða sáttmálar og avtalur í Danmark, sum ikki eru sett í gildi í Føroyum.