- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankin skal fáast at virka frá 1. januar
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Tá løgtingið í november hevði samtykt at stovna Landabankan aftur, fingu partarnir, sum skulu manna nevndina, boð um at velja síni umboð í nevndina, og ætlanin er, at tað skal gerast fyri jól.
Sjey fólk skulu manna nevdina í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu velja eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og so skal landsstýrið velja tvey umboð í nevndina. Nevndin skipar seg sjálv. Tað verður so nevndin sum skal lýsa eftir stjóra til Landsbankan, og tað verður gjørt fyrst í nýggja árinum. Landsbankin skal halda til í Fíggjartúni á Argjun, tí har er størsta vitanin á fíggjarøkinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av. Gjaldstovuráðið hevur virkað síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur fyri nøkrum árum síðani.