- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtaka familjurætt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/almannamalaradid_heilsumalaradid.jpg?itok=2iwSc1Fw)
Mai Mercado, danskur ráðharri í barna og almannamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fara at undirskriva avtaluna í morgin klokka 11 á tíðindafundi í Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Sambært avtaluni verður familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku 2018. Í hesum sambandi verður uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.
Eisini verður samstarvsavtala undirskrivað, ið hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á persóns-, húsfólka- og arvarættarliga økinum.
Familjurættarliga økið fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, verjumálslógina og fleiri afturat hesum, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.