- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin fyri í morgin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/6c6a3b24c8b455b605a3a4df7634040b.png?itok=gCctb1zN)
Løgtingið fer í morgin at hava triðu og seinastu viðgerð av fíggjarlógini fyri 2017.
Upprunaliga var ætlanin, at tingið skuldi fara í jólafrí fríggjadagin, men tað náddu tey ikki. Ístaðin verður triða viðgerð av fíggjarlógini í morgin, og fleiri broytingar eru gjørdar millum aðru og triðu viðgerð. Millum annað verða sjeyhundraðtúsund settar av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund verða settar av at fyrireika ein eftirskúlatilboð í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund verða settar til at fyrreika húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 1330, og tá fer tingið eisini av hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Saltsiluna á Drelnesi, og uppskotið um miðlastuðul fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin.