- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar umsita grein 14 í hjúnabandslógini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hjunarbandslogin.png?itok=a7lXs_ce)
Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at "Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken." Hetta skal antin strikast ella broytast, um samkynd kunnu sleppa at gifta seg borgaraliga í Føroyum.
Semja var ikki um, antin føroyingar ella danir eiga hesa lógarbroytingina. Løgmansskrivstovan og donsk aðalráð, - tey eru Forsætismálaráðið, Kirkjumálaráðið og Almanna- og innanríkismálaráðið, søgdu, at føroyingar eiga málið, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Men føroyska Mentamálaráðið segði, at danir eiga broytingina, tí hjúnabandslógin er donsk.
SÍ EISINI Hjúnarbandslógin til triðju viðgerð
Eftir at hava spurt seg fyri í Danmark, hevur løgmaður nú skorið ígjøgnum og kunngjørt, at Mentamálaráðið umsitur grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini.
Samkynd fáa ikki loyvi til at gifta seg í Føroyum, fyrr enn grein 14, annað stykki, er strikað ella broytt. Tað var treytin, tá løgtingið í vár samtykti at broyta hjúnbandslógina.
Mentamálaráðið skal nú gera broytingaruppskot um grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini.