- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allar broytingar hjá samgonguflokkunum samtyktar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cb85f10b1f0029d3806ef8fea8af8053.png?itok=tHLHNgTg)
Klokkan var farin av fimm í morgun, tá løgtingsfólk og landsstýrisfólk sluppu til hús, tí ikki fyrr enn tá var tingfundurin liðugur. Helgi Abrahamsen, sum í løtuni er løgtingsmaður, er eisini blaðmaður á Norðlýsinum.
Hann skrivar har, at tingfundurin, sum byrjaði gjáramorgunin klokkan 10.00, endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av fimm í morgun.
Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið, tað var onnur viðgerð, vardi til klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum trý.
Drúgv atkvøðugreiðsla
Men Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum bað um, at atkvøtt varð um hvørja einstaka kontu í fíggjarlógini, og tær eru nógvar. Atkvøðugreiðslan tók hálvan annan tíma.
Helgi Abrahamsen skrivar í Norðlýsinum, at tingfundurin varð niðurlagdur í ein tíma eftir at orðaskiftið var endað, tí fyrisitingin í løgtinginum skuldi gera klárt til atkvøðugreiðsluna.
Øll broytingaruppskotini hjá samgonguflokkunum vórðu samtykt, og øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu, skrivar Norðlýsið. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat. Hon verður á tingfundinum, sum byrjar í morgin klokkan 10.00.
Løgtingsformaðurin ætlar, at løgtingið fer í jólafrí í morgin.