- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nývald mugu brynja seg við toli
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/annika_olsen_10.jpg?itok=SqFOnKsf)
Heldur ikki hesa vikuna, er Heðin Mortensen sinnaður at lata valdið á Vaglinum frá sær.
Sitandi býráð í Tórshavnar kommunu, er innkallað til býráðsfundin hósdagin 15. desember. Tað merkir, at Tórshavnar kommuna ikki skipar seg av nýggjum á tí fundinum heldur. Tey nývaldu mugu innkallast, um býráðið skal skipa seg av nýggjum.
Hava skipað seg
Nógvu kommunurnar runt landið hava longu skipað seg av nýggjum, so tey, sum vunnu valið 8. november, nú manna bý- og bygdaráðini og tær mongu nevndirnar, sum kommunur hava undir sær.
Men sambært Bjørgfríð Ludvíg, kommunustjóra í Tórshavnar kommunu, skipar býráðið seg ikki av nýggjum á komandi fundinum, sum verður hósdagin. Skráin er gjørd og hon broytist ikki aftur.
Tað merkir, at býráðið í Tórshavnar kommunu væntandi ikki verður skipa av nýggjum fyrr enn millum jól og nýggjár.
Nývalda býráðssamgongan var longu byrjað at ótolnast um mánaðarskiftið og sendu tey tí Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, skriv, har tey heittu á hann, um at kalla inn býráðið skjótast gjørligt, til tess at fáa skipað nýggja býráðið.
Ongan skund
Men eftir øllum at døma hevur Heðin Mortensen ongan skund.
Tað nýtist honum heldur ikki, tí sambært lógini um kommunustýri, so skal nývalda kommunustýrið ikki skipa seg fyrr enn í seinasta lagi innan árslok.