- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki undirtøka fyri familjudepli
Ikki undirtøka fyri familjudepli
Tað eydnaðist ikki Nýggjum sjálvstýri at fáa undirtøku fyri at stovna ein familjudepil, sum kundi hjálpt hart raktum familjum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hjunaskilnadur-born-kynslig-misnytsla.jpg?itok=eMN6Cq72)
Nýtt sjálvstýri fekk onga undirtøku í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum fyri familjudeplinum
09.12.2016 - 15:19
Nýtt sjálvstýri fekk onga undirtøku í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum fyri familjudeplinum. Ein samd nevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Nýtt sjálvstýri vildi hava Løgtingið at heita á landsstýrið um koma við lógaruppskoti um at stovna familjudepil, sum miðsavnar fyribyrging, ráðgeving og onnur tilboð viðvíkjandi familjuviðurskiftum.
Trivnaðarnevndin heldur, at tankin er góður. Men tilboðini til børn verða betur samskipað við at styrkja verandi tilboð enn at stovna familjudepil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV