- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki í landsrættin
Ikki í landsrættin
Dómarnir, sum skipararnir og reiðarin á garnaskipinum Anitu fingu í Føroya rætti fyri tveimum vikum síðani, eru endaligir

Hvørki ákæruvaldið ella teir dømdu skjóta dómararnar í Anitu-málinum inn fyri Eystari landsrætt
09.12.2016 - 18:42
Hvørki ákæruvaldið ella teir dømdu skjóta dómararnar inn fyri Eystari landsrætt. Teir tríggir eru dømdir, tí Anita misti ein mann fyri borð í februar 2014.
Annar skiparin fekk 10.000 krónur í bót. Hin skiparin, sum var við garnabátinum, tá vanlukkan hendi, fekk 40.000 krónur í bót.
Reiðarin fekk 120.000 krónur í bót. Teir dømdu skulu harafturat rinda sakarkostnaðin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV