- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útnorðurráðið: Bjørt forkvinna og Jenis næstformaður
Útnorðurráðið: Bjørt forkvinna og Jenis næstformaður
Løgtingsforkvinnan kom í Útnorðurráðið, tá Erling Eidesgaard misti tingsessin

Jenis av Rana, sum var formaður í Útnorðurráðnum, er nú næstformaður, og Bjørt Samuelsen er nýggj forkvinna.
01.05.2025 - 08:19
Bjørt Samuelsen er nú forkvinna í føroysku sendinevndin í Útnorðurráðnum.
Jenis av Rana var formaður. Hann er nú næstformaður.
Ein samd nevnd valdi nýggjan formansskapin.
Bjørt Samuelsen er nýggj í Útnorðurráðnum.
Hon kom í ráðið, tá Erling Eidesgaard misti tingsessin.
Umframt Bjørt Samuelsen og Jenis av Rana eru Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni í føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum.
Útnorðurráðið var stovnað í Nuuk 24. september 1985.
40 ára hátíðarhald verður á ársfundinum í Ilulissat í august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV