- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA og Ukraina stovna grunn at endurbyggja Ukraina

Ukraina og USA skrivaðu seint í gjárkvøldið okkara tíð undir sáttmála um endurbygging av Ukraina og um ráevni í ukrainsku undirgrundini.
Avtalan ber í sær, at ein endurbyggingargrunnur verður settur á stovn, sum skal brúkast til at endurbyggja Ukraina eftir kríggið.
Sambært ukrainskum myndugleikum skal grunnurin brúkast til at draga útlendskar íleggjarar til landið at leita eftir virðismiklum ráevnum í ukrainsku undirgrundini.
Ukraina sigur, at avtalan staðfestir eisini, at inntøkurnar frá ráevnunum verða býttar helvt um helvt millum Ukraina og USA.
Yulia Svyrydenko, sum er ráðharri fyri handli og búskaparligari menning í Ukraina, sigur, at Ukraina framvegis skal eiga ukrainsku ráevnini, og at ukrainska tjóðin skal gera av, hvar leitast skal eftir ráevnum, og hvar námsvinna skal vera.
Grafit og lithium
Nøkur av týðandi ráevnunum í ukrainsku undirgrundini eru grafit og lithium, sum millum annað verða brúkt í battaríum í elbilum, og titanium, sum verður brúkt í rúmdar- og bilídnaðinum.
Mett verður, at hendan avtalan eisini fer at fáa stóran týdning fyri kríggið í Ukraina.
Í tíðindaskrivinum, sum amerikanska fíggjarmálaráðið hevur givið út í sambandi við avtaluna, verður millum annað sagt beinleiðis, at tað var Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina. Hetta eru nýggir tónar úr Washington, har Donald Trump fyrr hevur róð framundir, at bæði londini hava líka stóra ábyrgd av krígnum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA hevur gjørt avtaluna fyri at verja USA. Samstundis hevur hann ført fram, at amerikansk áhugamál í Ukraina í sjálvum sær eru ein verja fyri Ukraina, tí USA fer altíð at verja síni áhugamál.