- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera aftur fíggjarliga stuðulin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/salt.jpg?itok=VjUdmdla)
Løgtingið skal í dag atkvøða, um uppskotið um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum, skal til aðru viðgerð, hóast álit ikki er komið úr Fíggjarnevndini.
Tingskipanin sigur, at um so er, at álit ikki er lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, kunnu tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.
SI EISINI Viðgera eykajáttan til SALT
Tað er júst tað, sum Løgtingið skal gera, tá tingfundurin byrjar klokkan 11:00 í dag. 19. oktober løgdu fýra tingmenn úr andstøðuni fram uppskot um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum.
Eftir fyrstu viðgerð 28. oktober fór uppskotið í Fíggjarnevndina. Har hevur tað verið síðani. Sambært gerðarbókini hjá Fíggjarnevndini umrøddi nevndin málið tann 15. november.