- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnast at landsstýriskvinnuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/140df3f7196c5e95c2603408902a4dd0.png?itok=0qN0Zvmh)
Orsøkin til skuldsetingina er, hvussu hon hevur svarað tveimum spurningum frá løgtingsmonnum um inntøkurnar hjá landi og kommunum seinasta 25 árini.
Sambært svørunum eru inntøkurnar hjá kommununum upp á seg vaksnar nógv meira enn tær hjá landinum.
Við hesi lýsing av støðuni kunnu fólk lættliga fáa ta fatan, at kommunurnar eru raskari at fara niður í lummarnar hjá landsins borgarum, sigur Kommunufelagið.
Landsstýriskvinnan "gloymir" upplýsingar
Felagið sigur, at kommunurnar í hesum tíðarskeiði hava yvirtikið nøkur málsøki frá landinum. Tey kosta í dag kommununum yvir 800 milliónir krónur.
Kommunurnar tóku við dagstovnunum í 2001, stuðli til børn við serligum tørvi á dagstovnunum og barnaverndini í 2005 og eldraøkinum í fjør.
Kommunufelagið leggur landsstýriskvinnuna undir at gloyma at nevna hetta í svørunum til Løgtingið, í tíðindaskrivi, sum formaðurin, Heðin Mortensen, hevur undirskrivað.
Tá kommunurnar tóku við eldraøkinum fingu tær pengar fra landinum, 403 milliónir krónur í fjør, sum var fyrsta árið.