Lóg skal broytast

Lóg skal broytast
Eitt lógaruppskot um sølu av fiski í Barentshavinum er enn í Vinnunevndini hjá Løgtinginum
Eitt lógaruppskot, sum varð lagt fram 30. september av fíggjarlógartekniskum orsøkum, er enn í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og verður har eina løtu enn
 
06.12.2016 - 08:04

Lógaruppskotið, sum varð lagt fram 30. september av fíggjarlógartekniskum orsøkum, er enn í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Og har verður lógaruppskotið eina løtu enn. Vinnunevndin hevur fingið longri tíð at viðgera uppskotið, tí nevndin hevur fingið at vita, at uppskotið skal broytast. 

Vinnunevndin skal tí tosa við Høgna Hoydal, landsstýrismann, áðrenn hon fær avgreitt uppskot hansara.

Lóg um fiskasølu

Løgtingsformaðurin hevur givið nevndini freist til 12. desember at koma við áliti um uppskotið.

Talan er um lógina, sum gav landsstýrinum loyvi til at selja makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu.

Í lógaruppskotinum, sum er um 2017, eru somu heimildir og somu gjøld, sum eru í lógini fyri 2016, hóast landsstýrið ikki hevði avgjørt, hvørjar serligar treytir vera næsta ár, tá lógaruppskotið kom.

Skuldi bara verið ein avgreiðsluspurningur

Men lógaruppskotið er ein fylgilóg hjá fíggjarlógini. Tí var neyðugt at leggja tað fram sama dagin sum uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017 varð lagt fram. Tað varð gjørt av fíggjarlógartekniskum orsøkum, tí tað krevur játtanarskipan landsins.

Tað skuldi tí bara verið avgreiðsluspurningur hjá Vinnunevndini. Men so er ikki. Nú hevur nevndin fingið at vita, at uppskotið skal broytast   

Samgongan fer at viðgera veiðigjøld og møguliga uppboðssølu næsta ár, tá nevndin, sum varð sett at gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan, er liðug.

SÍ EISINI Vinnunevndin arbeiðir við einum broytingaruppskoti

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum kom 30. september. Nevndin var liðug 3. oktober.

Tað sæst ikki í skjølunum hjá Vinnunevndini, sum eru almenn, um Fiskimálaráðið nú er liðugt at eftirmeta uppboðssølurnar og veiðigjøldini í ár og hevur gjørt uppskot um, hvussu verður næsta ár.

Men Vinnunevndin hevur fingið at vita, at fíggjarlógartekniska uppskotið, sum hon fekk eftir fyrstu viðgerð 18. oktober, skal broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155