Henrik broytt støðu um Landsverk

Henrik broytt støðu um Landsverk
Henrik Old heldur ikki longur, at tað er í lagi, at Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, hevur játtað sær sjálvum pening til útbúgving
 
03.12.2016 - 09:32

Landsverk fær hvassar atfinningar í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini, tí stjórin hevur játtað sær sjálvum 417.000 krónur fyri eina leiðsluútbúgving. 

Hetta er ikki í lagi, sigur grannskoðanin. Avgerðin átti heldur at verið tikin í samráði við Samferðsluráðið.

Í ársfrágreiðingini frá landsgrannskoðanini verður Henrik Old siteraður fyri at hava sagt soleiðis:

"Í juni 2016 hevur landsstýrismaðurin svarað Landsgrannskoðanini, at stjórin á Landsverki hevur ræðisrættin til rakstrarjáttanina, eins og allir aðrir stjórar landsins. Eisini vísir hann á, at tað eru ávísar útreiðslur knýttar at stjórastarvinum, og tað, at stjórin tekur eina leiðsluútbúgving gagnar Landsverki, ið hevur eitt sera umfatandi virksemi".

Men í løgtinginum í gjár segði Henrik Old ikki tað sama, sum hann svaraði landsgrannskoðanini í summar.

Fyri løgtinginum segði Henrik Old, at hann avgjørt ikki heldur, at stjórin á Landsverki hevur handfarið rokningina uppá 417.000 krónur ræt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233