- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bót fyri at geva politinum fingurin

Lutfalsliga nógv fólk vóru í býnum í nátt, men politiið hevur ikki havt nógv at gera.
Summartíðin er komin, og klokkan eitt í nátt var klokkan flutt ein tíma fram.
Politiið var á skeinkistøðum í Havn og Klaksvík fyri at tryggja, at støðini ikki høvdu gloymt at summartíðin er byrjað.
Tað høvdu tey ikki.
Tíðliga í morgun fingu tveir menn bót fyri at geva politinum fuckfingurin, sum tað eitur, ella longutong.
Teir fingu sekt fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Annar maðurin fekk eisini bót fyri ikki at vilja upplýsa politinum, hvør hann er og ikki gera sum politiið segði.
Eitt mál um harðskap er fráboðað í Klaksvík í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini. Talan er um ung fólk. Onkur fór til kanningar á sjúkrahúsinum og politiið fer at tosa við fólkini og foreldrini ídag.
Politiið vil ikki siga meira um málið ídag.