Vøksturin í útlendskari arbeiðsmegi er minkaður

Vøksturin í útlendskari arbeiðsmegi er minkaður
Tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er nógv minkað, ella hon er hæsað av
 
30.03.2025 - 17:59

Í 2022 var vøksturin í útlendskari arbeiðsmegi 24 prosent, í 2023 var vøksturin 10 prosent og í fjør 2 prosent.

Tað vísir várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum.

Skipanirnar við at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya hava minkað um arbeiðstrotið í ávísum vinnugreinum og harvið eisini tálmað trýstið á lønarvøkstrinum.

Serliga síðani snarskipanin fyri triðjalond kom í 2021, hevur tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi verið stór.

31 prosent av útlendingum arbeiða í framleiðsluvinnuni, sum serliga fevnir um virking av fiski á flakavirkjum og kryvjivirkjum av laksi. 13 prosent arbeiða í byggivinnuni og 12 prosent arbeiða hjá gistingarhúsum ella matstovum.

Í 2009 vóru 3 prosent av starvsfólkunum í búskapinum ikki føroyingar, í fjør vóru tey 8 prosent, sum svarar til okkurt um 2.300 starsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946