- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summartíðin er byrjað

Í ár er summartíðin millum 30. mars og 26. oktober.
Klokkan verður flutt ein tíma fram 30. mars og ein tíma aftur 26. oktober.
Lógin um summartíð er frá 1980.
Røddir hava verið frammi, eisini á politiskum stigi, um at strika skipanina við summartíð, men í fjør lýsti Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í kunngerð, at vit fara at skifta millum summar- og vetrartíð í øllum førum til 2028.
Í 2019 samtykti Evropatingið, at hvørt einstakt ES-land sjálvt kundi gera av, um landið vildi hava vetrar- og summartíð ella bara hava somu tíð alt árið.
Ísland hevur ikki flutt klokkuna síðan 1968, og fyrraárið tók Grønland eisini avgerð um ikki longur at flyta klokkuna millum summar- og vetrartíð.