Borgarstjórin í Vági fekk álit - men einki avgjørt

bannari
Borgarstjórin í Vági fekk álit - men einki avgjørt
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, hevur næstan tvífaldað sítt atkvøðutal, men tað er ikki vist, at hann heldur fram í sessinum
 
08.11.2016 - 20:55

Úrslitið úr Vági er komið. Toppskorari bleiv Dennis Holm við 131 atkvøðum. Hann fekk 73 atkvøður í 2012.

Tó er als einki avgjørt, tí hóast Tjóðveldi bleiv størsti flokkur í Vági við fýra sessum, so kunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin skipa samgongu teirra millum.

Sambandsflokkurin fekk trý umboð vald, og Javnaðarflokkurin fekk tvey.

Tað er eisini merkisvert, at Levi Mørk, sum hevur sitið sum býráðslimur í Havn, er komin inn í Vági

NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. Listi Navn Atkv.
1 B Erhard Joensen 83
2 B Conrad Gaard Joensen 31
3 C Eydis Kjærbo 67
4 C Levi Mørk 63
5 C Kirstin Strøm Bech 37
6 E Dennis Holm 131
7 E Anna Brattaberg Samuelsen 42
8 E Danjal Bjarkhamar 40
9 E Eyðbritt Krosslá 32
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114