- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingið givið fyri í kvøld - Suðuroyartunnilin bíðar nakrar vikur

Fyri løtu síðani endaði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tingfundin, og harvið er málið um Suðuroyartunnilin útsett. Onnur viðgerð verður í morgin, men triðja og endaliga viðgerðin er við hesari avgerðini skotin út til seinni, allarhelst seinast í mai.
- Tað vóru stórmál á skránni í dag, og tey málini sum eftir vóru, eiga ikki at verða skundað ígjøgnum. Vit høvdu trý mál eftir, og tað sá ikki út til at vit fóru at náa at atkvøða um tey øll, og so valdi eg bara at útseta tey til í morgin, tá tingfundur jú eisini er planlagdur at vera, sigur Bjørt Samuelsen.
Tað er tingforkvinnan, sum ger av, nær tingfundur verður aftur, og hon hevur longu gjørt av, at tingið skal til hús 2. mai, og hevur eisini sagt, at hon kann kalla tingið saman aftur ”nakrar vikur seinni.”
- Fleiri tingnevndir fara námsferð í mai mánaða, og eg skal sjálv á fund í Útnorðurráðnum, so tað verður helst seinast í mai, at tingfundur kann vera aftur, sigur hon.
Bjørt Samuelsen sigur seg ikki stúra fyri, at málið um Suðuroyartunnilin nú ikki verður samtykt, men heldur, at tað kanska tænir málinum at fáa meiri tíð.
- Hetta er eitt sera álvarsamt mál, og tí haldi eg, at tað kanska bara er gott, at man hevur nokk av døgum áðrenn triðju viðgerðina. Man hevur nettupp tríggjar viðgerðir fyri at kunna hugsa væl um málið eina ferð afturat, og meta, um man nú ger tað rætta. So eg síggi ongan trupulleika í at tað fær meiri tíð, segði løgtingsforkvinnan.
Tingfundurin verður tikin uppaftur hósmorgunin klokkan 10.00. Á skrá eru hesi trý mál: Eitt uppskot um at broyta lógina um sjófeingi, so gildistíðin á rættindum verður longd. Uppskotið eigur Fólkaflokkurin. Síðani kemur uppskotið um íleggingargrunnin fyri Føroyar, har ætlanin er at sleppa at nýta peningin í grunninum til Suðuroyartunnilin og til Vága floghavn. Triðja málið er málið um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum. Øll hesi málini eru til aðru viðgerð í morgin.
Hoyr Bjørt Samuelsen greiða frá, hví hon endaði fundin, í eyka tíðindasendingini klokkan 22.00.