- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun og Füchse Berlin í Champions League-endaspælið

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir úr Füchse Berlin vunnu á Aalborg í 2. fjórðingsfinaluni og hava spælt seg í Final4 í Champions League.
Føroyski vongurin skeyt tvey mál í 40-36 sigrinum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum sostatt vann 77-65 samanlagt ímóti dønum.
Hetta verður sostatt annað árið á rað, at ein føroyingur er við í Champions League-endaspælinum. Síðsta kappingarár vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel við millum síðstu fýra.
Stóra hondbóltsvikuskiftið við hálvfinalum og finalu verður í Køln 14. og 15. juni.
Elias og Jóhan kappast um European League
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel eru ikki í fínasta evropeiska selskapinum í ár. Í staðin eydnaðist tað norðurtýskarunum at spæla seg í Final4 í European League við samanlagdum sigri á Limoges í fjórðingsfinalunum.
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg eru eisini millum bestu fýra liðini. Føroyski vongurin á danska landsliðnum skal spæla ímóti Melsungen í hálvfinaluni, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir møta Montpellier.