- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdin fremsta orsøk til ivan hjá Liljuni Weihe

Liljan Weihe úr Tjóðveldi ætlar ikki at atkvøða fyri lógaruppskotinum um Suðuroyartunnil. Fyrst og fremst ivast hon í, um trygdin er nóg væl gjøgnumarbeidd, og harvið, um uppskotið inniheldur rætta kostnaðin fyri tunnilin.
-Her eru alt ov nógvir ókendir faktorar, sigur hon, og vil hava málið viðgjørt neyvari, so greið støða er tikin til eitt nú um tunnilin skal upp í Skúgvi, og hvar grótið frá tunnilsboringini skal enda, umframt at vissa sjálvandi skal vera fyri, at tunnilin er ein trygg farleið hjá fólki.
Afturat hesum er hon ónøgd við, at bert hin eina linjuføringin skal fyrireikast. Hon keypir ikki argumentið, at tað ber til at koma aftur til alternativar linjuføringar seinni í gongdini.
-Nei, hasa keypi eg absolutt ikki. Samtykkja vit at projektera við hesi linjuføringini, sum liggur í uppskotinum beint nú, so verður tað har, hon verður, sigur Liljan Weihe, løgtingslimur.