- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýslumaður: Málið er álvarsligt
Tað var í gjár, at norska sjóverjan tók rækjutrolaran Havborg fyri at fiska í stongdum øki í Isfjorden í Svaldbard í døgunum 13. - 18. oktober.
Økið er stongt, tí nógvur kongafiskayngul er har. Tí er talan um eitt álvarsligt mál, sigur Irene Sætermoen, sýslumaður, í samrøðu við útvarpið.
SÍ EISINI Tikin fyri ólógliga veiðu
Havborg hevur ligið í Longyerabýnum síðani í gjár. Reiðaríið tekur við bótini og hevur veitt trygd fyri bótini, og Havborg fór tí aftur til fiskiskap í fyrrapartin í dag.
Havborg byrjaði túrin úr Tromsø 30. september, og hevur higartil fiskað 75 tons av rækjum. Fiskiskapurin er vánaligur, segði Johannus Joensen.
Tað segði skiparin á Havborg, tá útvarpið tosaði við hann týsdagin. 15 mans eru við rækjuskipinum, Havborg.