Rok um uppstilling

bannari
Rok um uppstilling
Ósemja er á javnaðarlistanum á Tvøroyri. Sambært keldum skal Kristin Michelsen, borgarstjóri, hava hótt við at taka seg av listanum
 
17.10.2016 - 14:38

Útvarpið skilur, at Kristin Michelsen vil hava øll valevni at skriva undir, at fyrstvaldi á javnaðarlistanum á býráðsvalinum 8. november, skal kunna gerast borgarstjóri hjá flokkinum.  

Keldur siga, at Kristin Michelsen skal hava givið listanum eina freist til í gjár, at góðataka, at fyrstvaldi á listanum eisini er borgarstjóraevni hjá flokkinum.

Um hetta ikki verður gjørt, hóttir Kristin Michelsen við at taka seg av listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið. Sum skilst, so eru hini valevnini ikki sinnað at skriva undir eina tílíka avtalu.

Onga viðmerking

Útvarpið hevur tosað við Kristin Michelsen fyrrapartin, men hann hevur onga viðmerking. Hann vil hvørki vátta ella avsanna, at hann hevur hótt við at taka seg av listanum.

Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, sum eisini er á javnaðarlistanum til býráðsvalið, hevur onga viðmerking, men vísir til formannin í felagnum, Signar Dam.

Kristin Michelsen, er eisini løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og fekk á valinum í fjør 302 atkvøður, meðan Bjarni Hammer, sum er varaborgarstjóri á Tvøroyri, og eisini í Løgtinginum fyri Javnaðarflokkin fekk 298.

Freistin er í annaðkvøld

Sostatt vóru bara fýra atkvøður á muni millum teir báðar. Hinvegin fekk Kristin Michelsen munandi fleiri atkvøður á býráðsvalinum í 2012 enn Bjarni Hammer.

Kristin Michelsen fekk 239 atkvøður og Bjarni Hammer fekk 118 atkvøður. Teir stilla báðir uppaftur til kommunuvalið, ið verður 8. november.

Útvarpið hevur roynt at fáa fatur á Signari Dam men tað eydnaðist ikki fyrrapartin. Freistin, at lata inn valevnislistan, er í annaðkvøld klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109