- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar góðkent søluna

BankNordik og ArionBanki boða nú frá, at íslendsku myndugleikarnir hava góðkent, at Vørður-samtakið verður selt. Eftir ætlan skal handilin verða avgreiddur um tvær ella tríggjar vikur.
BankNordik keypti tryggingarsamtakið, Vørð, í 2009, men í juni 2015 boðaði BankNordik frá, at íslendska tryggingarfelagið var til sølu.
Sølan av Vørði fer at bøta kapitalgrundarlagið hjá BankNordik við í minsta lagi 100 milliónum krónum verður mett.
Fáa 300 milliónir krónur burturúr
BankNordik sparir haraftrat 200 milliónir, nú vinnulívsvirksemið hjá bankanum í Danmark verður niðurlagað.
Tað stendur í fráboðanini hjá BankNork til danska keypsskálan. Bankin fær sostatt til samans 300 milliónir krónur burtur úr søluni og niðurlaðingini.
Í børsfráboðanini verður sagt, at skotið verður helst upp á regluliga aðalfundinum í 2017, at meginpartuin av hesum 300 milliónum í óvæntaðari inntøku verða útlutaður sum vinningsbýti til partaeigarar.
