Klaksvíkar kommuna endar samstarvið við kommunustjóran

Klaksvíkar kommuna endar samstarvið við kommunustjóran
Rúni Rasmussen gevst formliga í starvinum 1. mars, men verður tøkur at ráðgeva býráðnum og umsitingini í nakrar mánaðir
Rúni Rasmussen hevur verið kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu síðani 1. august 2021.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2025 - 11:21

Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, kommunustjóri, eru samd um at enda samstarvið. 

Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Rúni Rasmussen gevst formliga í starvinum 1. mars, men verður tøkur at ráðgeva býráðnum og umsitingini í nakrar mánaðir.

KarlJohansen, borgarstjóri, vil ikki gera samrøðu um, hví kommunstjórin fer úr starvi. 

John Færø, trivnaðarstjóri verður virkandi kommunustjóri, til nýggjur kommunustjóri verður settur.

Rúni Rasmussen tók við starvinum sum kommunustjóri 1. august 2021.

Starvið var áramálasett í fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878