Krevur endurgjald fyri varðhaldsfongsling

Krevur endurgjald fyri varðhaldsfongsling
Føroya rættur segði, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald, men dómurin var skotin inn fyri landsrættin. Kravið er góðar 805.000 kr.
Millum málini, sum landsrætturin fer at viðgera, er eitt um endurgjald fyri varðhaldsfongsling.
 
28.02.2025 - 11:07

Fimta deild hjá Eystara landsrætti kemur til Føroya um slakar tvær vikur.

Millum málini, sum eru á rættarlistanum, er eitt um endurgjald fyri varðhaldsfongsling.

Ein dani, sum var í varðhaldi í eitt ár, var síðani frídømdur í nevningatingi í Føroya rætti.

Hann kravdi 805.363 kr., millum annað hálva millión fyri mista arbeiðsinntøku.

Føroya rættur segði 5. september í 2023, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald.

Dómurin var alt fyri eitt kærdur til Eystara landsrætt.

Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu kravinum aftur. Og tað staðfesti Føroya rættur.

Endurgjald verður ikki latið, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.

Tað er, um varðhaldsfongslingin var "selvforskyldt", sum skrivað stendur, sjálvgjørd.

Eystari landsrættur viðger málið 12. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375