
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygnaðurin í SEV fyribils óbroyttur

Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna løgdu uppskot fyri eykaaðalfundin um broytingar í viðtøkunum fyri SEV.
Størsta broytingin skuldi vera, at nú skulu bert borgarstjórarnir sleppa í nevndina - tó við Tórshavnar kommunu sum undantaki, tí har skuldi tað enn sum áður bera til at velja onkran annan býráðslim enn sjálvan borgarstjóran í nevndina.
Hetta seinasta undantakið hóvaði Klaksvíkar kommunu illa, og tí legði Karl Johansen, borgarstjóri, eitt broytingaruppskot fyri eykaaðalfundin, har hetta bleiv broytt, so at allar kommunur kundu hava møguleikan at velja onkran annan enn borgarstjóran í SEV-nevndina.
Serfrøðingar
Ein annar partur av uppskotinum snúði seg um, at 1-3 serfrøðingar eisini skulu veljast í nevndina. Hesir serfrøðingar skuldu veljast eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.
Men bæði uppskotini fullu.
Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið hjá Klaksvíkar kommunu. Har vóru 22 atkvøður fyri og 50 ímóti.
Síðani varð atkvøtt um sjálvt upprunauppskotið. Tað fekk 44 atkvøður fyri og 28 ímóti. Sostatt fall tað uppskotið eisini, tí kravið fyri, at tað varð samtykt, var 2/3 meiriluti.
Eyðstein Zachariasen.
Ein av teimum, sum á fundinum mælti frá at samtykkja uppskotið, var Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Heðin Mortensen er valdur í nevndina hjá SEV. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Heðin Mortensen úr Tórshavnar kommunu varð valdur í nýggju nevndina í SEV.
Ætlanin var, at nevndin skuldi fara at skipa seg við formanni og næstformanni beinanvegin seinnapartin eftir eykaaðalfundin í dag. Heðin Mortensen vildi ikki siga so nógv um, hvør skal vera formaður.
Á eykaaðalfundinum fyrrapartin vórðu hesi sjey vald í nevndina:
Hans Kári Hansen (Sørvágs kommuna), Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Tórbjørn Jacobsen (Runavíkar kommuna), Sylvia Thomsen (Klaksvíkar kommuna), Winnie Kjærbo (Skopunar kommuna), Arni Teindal (Fámjins kommuna) og Haraldur Hammer (Sunda kommuna).
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
