- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey størru línuskipini hall í 2015
Tey 14 línuskipini, sum eru størri enn 110 tons, høvdu 5,5 milliónir krónur í halli í fjør. Tað vísir ein uppgerð sum grannskoðaravirkið, NUMO, hevur gjørt.
Línuskipini høvdu eisini hall frá 2011 til 2013. Úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015.
Raksturin betur í 2015 enn 2014
Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og hægri miðalprísur. Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2015. Hjá onkrum av vanligu línuskipunum gekk hampuliga væl.
Serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Eingangsútreiðslur høvdu við sær, at úrslitið samlað gjørdist negativt. Tølini fyri raksturin vísa kortini, at raksturin royndist betur í fjør enn í fyrraárið.
Ársúrslitið var tilsaman hálv sætta millión í halli í fjør. Øll fiskiloyvini eru bókað til 28,8 milliónir krónur við árslok 2015, og eginpeningurin vísti 26,0 milliónir krónur.
Øll eginognin burtur í 2017
Fiskiloyvini hjá línuflotanum verða sambært roknskaparháttinum í ársroknskapunum fyri 2015 avskrivað yvir eitt áramál, sum er millum fimm til 20 ár. Í miðal avskriva tey línuskip, sum hava keypt fiskiloyvir, fiskiloyvini yvir 11 ár.
Roknskapargreiningin vísir eisini, at fiskiloyvini, sum línuskipini hava keypt, hava áleið sama virði sum skrásetta eginognin hjá línuskipunum í 2015.
Verða veiðiloyvini ikki longd í 2018, og fiskiloyvini seld á uppboðssølu, er eginognin burtur við árslok 2017, vísir greiningin hjá grannskoðaravirkinum NUMO.