Fiskaðu minni enn helvtina av makrelkvotuni

Fiskaðu minni enn helvtina av makrelkvotuni
Grønlendsk makrelfiskiskapurin í ár gevur landskassanum slakar 43 milliónir kr. í inntøku
 
16.09.2016 - 14:43

Minni enn helvtin av grønlendsku makrelkvotuni er fiskað í ár. 

Tilsamans eru fiskað 35.140 tons av kvotuni, sum var 85.000 tons.

Tað skrivar Sermitsiaq í dag, sum hevur tølini frá grønlendska fiskiveiðieftirlitinum.

35.140 tons er sindur meir, enn fiskað varð í fjør, men tað er munandi minni í 2014.

Færri inntøkur

Minni veiða merkir sostatt færri inntøkur enn væntað í grønlendska landskassan, skrivar Sermitsiaq.

Sambært blaðnum, fer grønlendski markelfiskiskapurin í ár at geva 42,6 miljónir krónur í inntøkum. Tað eru seks miljónir minni, enn væntað. 

Vórðu øll 85.000 tonsini av makreli fiskað í ár, hevði grønlendski landskassin fingið 117 milliónir krónur í inntøku, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049