Pengarnir skulu í Búskapargrunnin

Pengarnir skulu í Búskapargrunnin
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at inntøkur frá tilfeingisgjøldum, til dømis kolvetni, fiski, aliøkjum ella jørð, fara í grunnin
Inntøkur frá til dømis aliøkjum skulu fara í Búskapargrunnin, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til
 
13.09.2016 - 07:57

Felagið vil hava, at upprunaliga orðingin kemur innaftur í lógina um Búskapargrunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur skotið upp at broyta lógina um Búskapargrunnin, men har verða tilfeingisgjøld ikki nevnd.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í hoyringarskrivi, at kemur henda reglan inn aftur í lógina, fara inntøkur frá tilfeingis- og loyvisgjøldum ikki beinleiðis á fíggjarlógina til rakstur, men enda partvís sum ein uppsparing, soleiðis sum endamálið við Búskapargrunninum upprunaliga var.

Fyrsta viðgerð í næstu viku

Sambært uppskotinum skal partur av avlopinum hjá landskassanum flytast í Búskapargrunnin, umframt serinntøkur frá kolvetnisvinnu og einskiljing av almennum ognum.

Er avlopið millum 0 og 200 milliónir krónur, skulu 20 prosent flytast í grunnin, og eer avlopið meira enn 200 milliónir, skulu 50 prosent flytast í Búskapargrunnin.

Hesi broytingini tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við. Uppskotið um at partur av avlopi landskassans skal fara í Búskapargrunninum kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114