Loksins vórðu 5.000 tons av svartkjafti seld

Loksins vórðu 5.000 tons av svartkjafti seld
Í dag eydnaðist loksins Fiskimálaráðnum á opnari uppboðssølu at selja rættindini at fiska 5000 tons av svartkjafti
 
12.09.2016 - 17:46

Fimm skip keyptu tey 5000 tonsini fyri í miðal 12,5 oyru kilo. Tey vóru Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríði, Næraberg og Tróndur í Gøtu.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði ásett minstaprís at vera 12 oyru kilo - sostatt fóru tey 5000 tonsini í dag beint omanfyri minstaprís.

Tilsamans kostaðu tey 5000 tonsini 623.000 krónur.

Gingið strilti

Fyri viku síðan vildi einki skip bjóða. Tá var minstiprísur 30 oyru kilo, og heldur ikki týsdagin, tá minstiprísur varð lækkaður niður í 18 oyru kilo. 

Á afturlatnari uppboðssølu hósdagin vórðu 5000 tons seld fyri 10 oyru kilo, ið eisini var minstiprísur.

Hósdagin skulu 5000 tons aftur seljast á uppboðssølu, og óseldu tonsini frá seinastu viku verða seld í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114