- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-avtala um flóttafólk miseydnað
Avtalan, sum ES-londini gjørdu um at býta flóttafólk í Grikkalandi og Turkalandi ímillum sín, hevur als ikki virkað eftir ætlan.
Ætlanin var, at londini skuldu hýsa 160.000 fólkum, men enn eru bara trý prosent komin til hini ES-londini. Talan er um færri enn 5.000 fólk.
SÍ EISINI Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk
Ein avtala varð gjørd við Grikkaland, at hini londini skuldu senda fólk til Grikkalands at hjálpa til, men heldur ikki tann avtalan hevur hildið.
Ein orsøk er, at fleiri ES-lond ikki vilja kennast við avtaluna. Eitt nú royna myndugleikarnir í Ungarn at arbeiða ímóti avtaluni, tí har verður fólkaatkvøða um avtaluna um flóttafólkini.
Avmarkað, hvat ES kann gera
ES fær ikki gjørt stórvegis við gongdina, tí vilja londini ikki taka ímóti flóttafólkum, so gera tey ikki tað. ES kann bert gera eina nýggja samtykt, sum áleggur londunum bót, um tey ikki gera eftir samtyktini, men eitt slíkt uppskot fær neyvan undirtøku.
Millum 100 og 200 flóttafólk koma úr Turkalandi til griksku oyggjarnar um dagin. Grikkaland hýsir í løtuni 60.000 flóttafólkum. Myndugleikarnir í landinum ótolnast, tí einki hendir fyri at hjálpa teimum.
Samstundis hevur týska stjórnin hótt við at senda nógv flóttafólk aftur til Grikkalands, ið eru komin til Týsklands, og tað fer at gera støðuna uppaftur truplari. Yvir ein millión flóttafólk komu til Evropa í fjør.