Túsundtals fólk flýggja undan eldi

Túsundtals fólk flýggja undan eldi
1.400 fólk eru flutt burtur úr ferðavinnuøkinum norðan fyri Benidorm. Myndugleikarnir hava illgruna um, at eldurin er ásettur
Sløkkiliðsfólk í Benidorm á eysturstrondini í Spania royna í løtuni at sløkkja ein eld, ið hevur oyðilagt bæði bygningar og skógarøki
Mynd: AP  
 
06.09.2016 - 12:11

Eldurin kyknaði sunnudagin nærindis Jávea, og fólk vórðu flutt burtur bæði úr Benidorm og úr frítíðarstaðnum, Benitachell, sum er nærindis.

Sambært myndugleikunum eru 320 hektarar við skógi og fleiri bygningar oyðilagdir av eldinum. Serliga bretsk og týsk ferðafólk halda til har í økinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Meira enn 100 sløkkiliðsfólk eru send til økið fyri at sløkkja eldin. Myndugleikarnir hava illgruna um, at eldurin er ásettur, tí hann kyknaði fleiri staðni í senn.

- Hetta er umhvørvisyvirgangur. Her er ikki talan um bara at seta okkara náttúruarv í vanda, men hetta er eisini beinleiðis álop á fólk, sigur økisforsetin í Valencia, Ximo Puig.

Tað er sera heitt og turt í landinum í løtuni, og tað ger, at eldurin hevur lættari við at breiða seg. Eisini aðrastaðni í Spania er vandi fyri eldi. Í fleiri økjum er hitin um 40 stig í skugganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109