- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdin á kjarnorkuverki í vanda
Ov fá starvsfólk eru á verkinum, har kjarnorkuvirki tilfar verður goymt í plastfløskum, og trygdarreglur ofta ikki verða hildnar. Tað avdúkar dokumentarsendingin hjá BBC, Panorama
Sellafield goymir meginpartin av kjarnorkuburturkastinum í Bretlandi. Hevði vanlukka hent á endurvinningarverkinum, høvdu grannalondini, eisini Føroyar, eisini verið í vanda fyri at verið rakt av kjarnorkuútláti.
Heili 97 ferðir hava ov fá fólk verið til arbeiðis á Sellafield í tíðarskeiðnum frá juli 2012 til juli 2013, kemur fram í sjónvarpssendingini hjá BBC.
Fyrrverandi starvsfólk gav BBC prei
BBC skrivar, at farið var at kannað Sellafield eftir at ein fyrrverandi leiðari á staðnum setti seg í samband við sjónvarpsstøðina. Í sendingini greiðir hann frá, at størsta vandamál er, eftir hansara tykki, um eldur kemur í verkið.
- Kemur eldur í Sellafield, kann tað breiða kjarnorkuvirki tilfar yvir alt Vesturevropa, sigur fyrrverandi leiðarin við Panorama hjá BBC.
Sendingin vísir eisini, at væta, sum inniheldur uran og plutonium, verður goymd í plastfløskum. Sambært BBC eru meira enn 2.000 fløskur á verkinum.
Ikki fyrstu atfinningarnar
Nógvar atfinningar hava verið móti Sellafield gjøgnum árini. Í 1970'árunum varð ikki gáað um, at súrregn fór at elva til burtureting.
Í 2005 segði bretski umsjónarmyndugleikin, British Nuclear Group, at brádliga vóru 30 kilo av plutonium á verkinum horvin. Mótstøðan móti kjarnorkuendurvinningarverkinum er vaksin seinastu 10 árini.
Men tað er ikki heilt einfalt at lata aftur Sellafield. Bretski ríkisgrannskoðarin, PAC, staðfesti í 2013, at tað verður ovurhonds dýrt at lata aftur SEllafield. 67,5 milliardir pund, umleið 599 milliardir krónur, at taka upp affallið frá Sellafield.